Størsti vøksturin í gistingum hjá ferðafólki uttan fyri Norðurlond

vinna03-11-2017 - 13:03 - Jóanis Nielsen

 Talið av skrásettum gistingum í føroysku ferðavinnuni er alsamt vaksandi. Tríggjar fyrstu ársfjórðingarnar í ár var talið av gistingum 146.675. Tað eru 5% ella 7 túsund fleiri enn sama tíðarskeið í fjør og 8 túsund fleiri enn sama tíðarskeið fyrra árið, tá annars sólarmyrkingin var.

32% av gistingunum vóru hjá ferðafólki úr Danmark, 22% úr Føroyum, 17% úr øðrum  Norðurlondum, heili 25% europeiskum londum og tey síðstu 4% uttan fyri Europa.

Størsti vøksturin í tali í gistingum hjá ferðafólki úr einstøkum londum var úr Sveis við 1.800, Svøríki við 1.574, Bretlandi við 1.563 og Týsklandi við 1.178. Men eftir landabólkum var nógv størsti vøksturin í ferðafólki úr londum í Europa uttan fyri Norðurlond.

Hinvegin var merkisverd stór minking í gistingum hjá fólki, búsitandi í Føroyum, við heili 5.330.

Býtt á øki var allur vøksturin í Suðurstreymi, har gistingarnar vóru 10.000 ella 11% fleiri, meðan tær vóru 3.000 ella 6% færri uttan fyri Suðurstreym.

Tað er vert at hava í huga, at hendan uppgerðin av gistingarhagtølum fevnir bert um skrásettar upplýsingar um gistingar, og fevnir ikki um tann gistingarháttin, ið verður nevndur ‘airbnb’, tí Hagstovan hevur ikki atgongd til upplýsingar um gistingar av hesum slag.

Aftast í greinini verður lýst, hvat ein gisting og ein innskriving fevna um.


Framvegis nógv flestu gistingar hjá fólki úr Danmark

Fyrra hálvár vóru nógv tær flestu gistingarnar, 32%, hjá fólki, sum búgva í Danmark og síðani hjá føroyingum sjálvum við 22%. Europeisk lond uttan fyri Norðurlond standa fyri 25% av gistingunum, meðan Norðurlond, frároknað Danmark og Føroyar, standa fyri 17% av gistingunum. So er eitt langt lop niður til teirra, ið koma úr londum uttan fyri Europa, t.e. Asia, Amerika, Kyrrahavslond og Afrika við tilsamans 4%.

 

Í talvuni niðanfyri eru gistingar býttar eftir einstøkum londum, har ferðafólkini búgva. Umframt úr Danmark og Føroyum, ið sum nevnt eru langt ovast, koma tey úr nógvum ymiskum londum um okkara leiðir, so sum Noregi, Týsklandi, Bretlandi, Svøríki, Íslandi, Norðuramerika og øðrum londum víða um í Europa og heiminum annars.

Merkisverdur er tann stóri vøksturin hjá nøkrum londum í bólkinum Europa annars, sum fara upp úr 6.400 til 11.000 gistingar. Her er tað serliga Sveis við 1.800 fleiri gistingum, umframt Russland, Lettland, Luksemborg, Turkaland og Serbia, sum tilsamans økja nógv um talið av gistingum. Nevnast kann, at m.a.høvdu vit ítróttarvitjanir úr Sveis og Lettlandi fyrr í ár.

 

Tveir triðingar av ferðavinnugistingunum vóru í Suðurstreymi

Tað vóru eisini umskaringar í gistingartølunum millum Suðurstreym og Føroyar annars: 9.952 fleiri  í Suðurstreymi og 3.063 færri uttan fyri Suðurstreym. Tá talan er um talið av gestum, t.v.s. innskrivingum, er tó eisini ein lítil vøkstur uttan fyri Suðurstreym.

Av samlaða talinum av gistingum vóru stívliga tveir triðingar, 67%, í Suðurstreymi.


85% av gistingum í Suðurstreymi í gistingarhúsi – 73% í Føroyum annars

Verður hugt eftir gistingarhátti er ikki so stórur munur á Suðurstreymi og Føroyum annars. 85% av øllum gistingum í Suðurstreymi vóru í gistingarhúsi, samanborið við 73% í Føroyum annars. Nógv størsta broytingin er stóri vøksturin í kamping í Suðurstreymi við 34% og stóra minkingin í kamping í Føroyum annars við 30%.

 

Ymisk gongd fyri tal av gistingum og tal av gestum

Eftir gistingarhátti var gongdin sera ymisk fyri Suðurstreym og Føroyar annars. Í Suðurstreymi var stórur vøkstur í øllum gistingarháttum uttan tí minsta, ból og biti, sum minkaði nakað. Tað er ikki óhugsandi, at her verða tølini ávirkað av airbnb

Uttan fyri Suðurstreym eru tað bert gistingingarhúsini, ið halda tørn, meðan tað er stór minking í hinum gistingarhættunum, mest í kamping.

Tá tað snýr seg um tal av innskrivaðum gestum var eisini størsti vøksturin í Suðurstreymi, við 13% men her vaks eisini nakað uttan fyri Suðurstreym, við 4%.

 

Í miðal gista ferðafólk hálvatriðju nátt - longst í Suðurstreymi, stytst í Føroyum annars

Út frá upplýsingum um tal av gistingarnætrum og um tal av innskrivingum ber til at rokna eitt miðaltal fyri, hvussu nógvar nætur hvør persónur gistir. Hetta sæst í talvuni niðanfyri. Fyri allar Føroyar gisti hvør persónur í miðal 2,4 nætur, eitt vet styttri enn sama tíðarskeið í 2016. Longst gista fólk, sum leiga íbúð ella hús, har miðaltalið er 6 nætur í Suðurstreymi og 2,6 nætur uttan fyri Suðurstreym.


Hvat er ein gisting og ein innskriving

Viðvíkjandi uppgerðarháttinum, so verður ein gisting tald sum hvør einstøk nátt, ið ein persónur gistir á gistingarstaði, ið skrásetir og letur Hagstovuni upplýsingar um gistingar. Í hagtølunum eru eisini innskrivingar, t.e. tal av fólki, sum skriva seg inn í gistingarhús, íbúð og hús, kamping ella ból og bita. Sum nevnt ber ikki til hjá Hagstovuna at fáa upplýsingar um gistingar umvegis ‘Airbnb’, heldur ikki ábendingar um, hvussu nógv hesin gistingarháttur vindur uppá seg og skeiklar myndina av gistingarvinnuni í Føroyum.

Dagførd og útgreinað gistingarhagtøl eru at finna í hagtalsgrunninum her.