Størsti pallur nakrantíð

Mentan09-08-2018 - 17:50 - Jóanis Albert Nielsen

Risapallur á Vágsbø tryggjar konsertir við altjóða stjørnum.

Vanliga er stóri pallur á Summar Festivalinum landsins størsti tónleikapallur. Í ár er pallurin uppaftur størri, enn hann plagar at vera. Talan er um størsta tónleikapall, sum nakrantíð hevur verið í Føroyum.

Risapallurin ger tað møguligt at hýsa stórum altjóða nøvnum sum Zara Larsson, Aqua og Roger Hogdson, og tá ið tað kemur til ljóð og ljós er pallurin eisini á altjóða stigi.

– Vit leggja stóran dent á, at umstøðurnar á Vágsbø eru á altjóða stigi, tí vit vilja geva føroyingum konsertir við altjóða nøvnum, sum tey annars bert kunnu uppliva uttanlands, sigur Erik Biskopstø, sum er ein av fyrireikarunum av Summar Festivalinum.

Ljóðtøkni hevur øll árini havt ábyrgd av ljóð- og ljósútgerð á Summar Festivalinum, og útlendskir veitarar lata eisini pall og útgerð til festivalin.