Stórspæl av ÍF til tíðir

ítróttur24-01-2021 - 20:30 - Jóanis Albert Nielsen

1-3 (9-25, 22-25, 26-24, 13-25)

Í dag tók Fleyr ímóti ÍF í bólkaspælinum í steypakappingini. Lagt var upp til, at hetta fór at vera ein tættur dystur. Fleyr spældi móti Mjølnir seinaseta vikuskifti, har teir taptu 3 – 2. Ein dystur, sum kundi farið báðar vegir.

Í dag kom ÍF betur frá dystarbyrjan og vunnu teir trygt 1. og 2. settið. Teir vóru neyvari í spælinum og vístu mangan sera góðan og væl skipaðan flogbólt.

3. settið kom heimaliðið, Fleyr, sum hamskift út aftur á vøllin. Teir løgdu seg beinanvegin á odda. Spældu væl og fingu veruliga flogbóltsandan inn á vøllin og stríddust fyri hvørjum bólti. Settið gjørdist undirhaldandi og spennandi. Bædi liðini gjørdu sítt til fyri at vinna. Men tá ið avtornadi, vann Fleyr 26 – 24. Nú gjørdist støðan 2 – 1 til ÍF.

Í 4. settinum legði ÍF seg beinanvegin á odda. Teir funnu stórspælið framaftur, tó vísti Fleyr stríðsanda og teir fyri hvørjum bólti, sum gjørdi, at dysturin alla tíðina var góður og undirhaldandi at hyggja eftir.

ÍF vann 4. settið og vunnu sostatt dystin 3 – 1.