Stórskjúttin Peter Krogh kemur aftur til H71

ítróttur12-11-2017 - 19:17 - Jóanis Nielsen

 Stórskjúttin hjá H71 í fjør - Peter Krogh - sigst at vera áveg aftur í føroyskan hondbólt, og skal eftir tí vit hava frætt aftur spæla við FTZ-liðnum hjá H71, tað hava vit frætt frá álitandi keldu.

Eftir lokna kapping í fjør, fór Peter til Danmarkar at leika hondbólt, hann fór til SKIVE FH, men eftir øllum at døma, so gevst hann har nú og kemur aftur til Føroyar.

Vit hava tosað við Annu Dam forkvinnu í H71 og spurt um tíðindini, men Anna segði, at hon "í dag" ikki kundi váttað fyri www.JN.fo, at Petur kemur aftur til H71.