Stór undirtøka fyri fólkaatkvøðu um stjórnarskipan

politikkur24-05-2017 - 18:35 - Jóanis Nielsen

Tað eru útlit til metstóra valluttøku, tá atkvøðast skal um stjórnarskipanina. Níggju av tíggju veljarunum ætla sær á val, tá fólkaatkvøða verður um føroyska stjórnarskipan flaggdagin 25. apríl komandi ár.


Tað vísir ein fesk veljarakanning, sum Gallup Føroyar hevur gjørt fyri Tjóðveldi á Fólkatingi.

Av teimum 534 tilvildarliga spurdu veljarunum siga 89 prosent seg fara á val, tá ið fólkaatkvøða verður um eina føroyska stjórnarskipan hin 25. Apríl 2018.


Spurd, um føroyingar eiga at staðfesta rættin til sjálvi at avgera, um vit skulu verða partur av danska kongsríkinum, er heldur eingin ivi millum føroyingar. Her svara 90 prosent av veljarunum at tað eiga vit, meðan fýra prosent siga nei og seks prosent siga seg ikki vita.


Kanningin vísir eisini at ein stórur meiriluti av veljarunum, 57 prosent, meta tað vera týdningarmikið, at Føroyar fáa egna stjórnarskipan. 25 prosent av veljarunum meta tað ikki vera týdningarmikið, at Føroyar fáa egna stjórnarskipan meðan 19 prosent av veljarunum hava ikki tikið støðu ella siga seg ikki vita.


Magni Arge, fólkatingsmaður fyri Tjóðveldi, fegnast um úrslitini.

- Kanningin staðfestir púra greitt, at spurningurin um eina føroyska stjórnarskipan hevur ómetaliga stóran áhuga millum føroyingar, og at tað er rætt at taka eina fólkaatkvøðu um málið nú. At ein stórur meiriluti tekur undir við, at vit fáa okkara egnu stjórnarskipan, og níggju av tíggju veljarum ynskja at staðfesta rættin til sjálvi at avgera framtíðarstøðu Føroya, tað kann eg sum tjóðveldisumboð bara fegnast um, sigur Magni Arge.

534 veljarar hava svarað kanningini, sum Gallup Føroyar hevur gjørt fyri Tjóðveldi á fólkatingi í døgunum frá 3.- 15. mai.

Spurningarnir ljóðaðu soleiðis:

Metir tú tað vera týdningarmikið, at Føroyar fáa egna stjórnarskipan?
(57% svaraðu ja, 25% svaraðu nei, 19% svaraðu veit ikki)

Fer tú á val, tá ið fólkaatkvøða verður um eina føroyska stjórnarskipan hin 25. apríl 2018?
(89% svaraðu ja, 3% svaraðu nei, 7% svaraðu veit ikki)

Eiga føroyingar at staðfesta rættin til sjálvi at avgera, um vit skulu verða partur av danska kongsríkinum?
(90% svaraðu ja, 4% svaraðu nei, 6% svaraðu veit ikki)