Stór leiting sett í gongd á sjónum

top19-01-2019 - 10:14 - Jóanis Albert Nielsen

Í løtuni er ein stór leiting sett í gongd á sjónum, eystur úr Eysturoynni og Nólsoynni.

Vakthavandi á MRCC støðini sigur við jn.fo, at tey í morgun hava fingið eina fráboðan um at onkur hevur sæð eina neyðrakett úr Syðrugøtu, og er ein stór leiting sett í gongd á sjónum.

Í løtuni leita bjargingartyrlan, Ziska og Samson á økinum. Verjuskipini Brimil og Vædderen eru á veg á staði.