Stór fagnaðarkonsert á Vágsbø í kvøld

Mentan10-08-2018 - 16:33 - Jóanis Albert Nielsen

Summar Festivalurin feirar 15 ára jubileum við óhoyrdari hittparadu


Ársins Summar Festivalur er tann fimtandi í røðini, og tað verður feirað við stórari fagnaðarkonsert á Vágsbø í kvøld. 15 sangarar syngja 15 hitt. Hetta eru sangir, sum hava verið við til at seta dám á seinastu Summar Festivalarnar.

Ein vælspælandi bólkur undir leiðslu av Kim Hansen leggur grundarlagið, og síðani koma solistarnir á pallin ein fyri og annar eftir. Millum tey, sum skulu framføra, eru Lena Anderssen, Niclas Heri Jákupsson, Jógvan Hansen, Elin B. Heinesen, Signar í Homrum, Hans Edward Andreassen og Jens Marni Hansen. 

Hetta verður ein av stórfingnu løtunum á ársins Summar Festivali – ein hittparada uttan sín líka á føroyskum festivali. 

Teir 15 sangirnir
Danny Baldursson – Eitt sunnukvøld í mai
Elin Brimheim Heinesen – Eitt dýpi av dýrari tíð 
Jóan Jakku & Sámal – 1001 Nátt 
Lena Anderssen – Oh My Lady 
Hans Edward Andreasen – Sasasasa 
Ingi Poulsen – Tann fittasta
Jens Marni Hansen – I Don’t Wanna Wait No More
Kim Hansen – Maria 
Jógvan Hansen – Tú nart við hjarta á mær
Steintór Rasmussen – Lívsmynd 
Guðrun Sólja Jacobsen – Promise Me 
Signar í Homrum – Tað er gott at elska
Karl Martin Samuelsen – Alla Nátt

Eyðun Nolsøe – Mítt Land
Niclas Heri Jákupsson – Grøv nummar 13