Støðulýsing av koppsetingargongdini

corona20-02-2021 - 12:48 - Jóanis Albert Nielsen

Farið varð undir at koppseta fyri COVID-19 stutt fyri ársskifti, og tey, sum fingu fyrstu koppsetingarnar, verða nú endurkoppsett. Samanumtikið hevur gingið væl við koppsetingini, undirtøkan hevur verið sera góð, og gagnnýtslan av koppingarevni hevur verið høg.

Koppsetingarbólkurin hevur gjørt eina støðulýsing av koppsetingartilgongdini frá 30. desember til 17. februar 2021. Hetta er tann fyrsta støðulýsingin av sínum slag, og COVID-19 koppsetingarbólkurin fer at dagføra støðulýsingina regluliga komandi mánaðirnar.

Støðulýsingin kann lesast her.