Støða tikin til kæru í landsstýrismálanevndini

Politikkur19-12-2017 - 19:34 - Jóanis Albert Nielsen

FSN.fo skrivar: Í sambandi við, at Fólkaflokkurin kærdi Høgni Hoydal til landsstýrismálanevndina, hevur nevndin tikið støðu í málinum.

Í niðurstøðuni verður sagt, at tað er ikki góður fyrisitingarsiður fyrst at lýsa eina kunngerð um fiskiskap og síðani broyta hana, eftir at fiskiskapurin er byrjaður.

Men broytingin er ikki ósaklig. Hetta sigur meirilutin í landsstýrismálanevndini um broytingina, sum Høgni Hoydal gjørdi í kunngerð um makrelfiskiskap.
Meirilutin Magnus Rasmussen og Annita á Fríðriksmørk siga eisini, at reiðarí kunnu ikki krevja endurgjald, tí kunngerðin varð broytt.

Høgni Hoydal var kærdur til Landsstýrismálanevndini, tí hann fyrst gav nótaskipunum makrelkvotur, og ein mánað seinni tók hann part av kvotunum, 1500 tons, í ES-sjógvi aftur.

Ikki endurgjald
Fólkaflokkurin sigur, at sambært fyrisitingarrættinum er fyrisitingarlig tilsøgn um fiskiloyvi bindandi tilsøgn, sum ikki kann takast aftur.
Verður slík tilsøgn kortini tikin aftur, ber til at krevja endurgjald frá landskassanum.
Meirilutin í Landsstýrismálanevndini sigur, at her er ikki talan um at taka aftur fiskiloyvi, tí skipini kundu fiska tey 1500 tonsini aðrastaðni.
Meirilutin undrast tó á, at tey 1500 tonsini ikki vórðu tikin av kvotuni til vinnuligar royndir í ES sjógvi, tí eingin hevði søkt um tey tonsini.

Nevndin virðisleys
Minnilutin í Landsstýrismálanevndini, Jógvan Skorheim, vil ikki gera nakra niðurstøðu,
Hann sigur, at Landsstýrismálanevndin fær ikki arbeitt sum hon skal.
Neyðugt er at endurskoða reglugerðina hjá nevndini, heimildir og mannagongdir.
Niðurstøðurnar hjá nevndini eru ikki gjørdar á einum fakliga forsvarligum grundarlagi, sigur Jógvan Skorheim.