Stjórnarskipanin latin løgtinginum

Politikkur13-09-2017 - 12:00 - Jóanis Albert Nielsen

STJÓRNARSKIPAN: Tá ið uppskotið hevur verið til fyrstu viðgerð í løgtinginum, fer tað eftir ætlan í eina grein 25 nevnd, har umboð fyri allar flokkar verða umboðað.

Løgmaður hevur nú latið løgtinginum uppskotið um Stjórnarskipan Føroya.

Seinastu vikurnar hevur Aksel V. Johannesen gjøgnumgingið allar viðmerkingar, ið vórðu latnar Løgmansskrivstovuni í farna mánaði.

"Vit politikarar fáa ofta skotið í skógvarnar, at stjórnarskipanin einans er eitt mál fyri politikarar og embætisfólk. Mongu viðmerkingar, har nógv tann størsti parturin er vanligir borgarar, ber boð um, at áhugin fyri stjórnarskipanini eru stórur millum føroyingar," heldur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Uppskotið til Stjórnarskipan Føroya varð lagt til almenna hoyring ólavsøkudag 2017 við ummælisfrest til 25. august 2017. Inn komu í alt 124 ummæli. 16 av hesum vóru frá samkomum og áhugafelagsskapum. Fimm frá lands- og statsmyndugleikum. Restin, 103, vóru frá einstaklingum.

Tá ið uppskotið hevur verið til fyrstu viðgerð í løgtinginum, fer tað eftir ætlan í eina grein 25 nevnd, har umboð fyri allar flokkar verða umboðað.