Stjórnarskipanaruppskotið í brennideplinum

politikkur25-09-2017 - 15:57 - Jóanis Nielsen

Hóskvøldið 21. september skipaði Havnar Framburðsfelag fyri spennandi fundi um Stjórnarskipanaruppskotið.

Útvið 70 fólk høvdu leita sær oman á Parnassi á Hotel Hafnia, at hoyra og skifta orð um Uppskot til Stjórnarskipan Føroya, sum væntandi verður borið niðan í Løgtingi fyrsta dagin.

Jógvan á Lakjuni byrjaði við at siga frá, hvussu grundlógararbeiði byrjaði undir sokallaðu fullveldissamgonguni og frá søguligu gongdini, til í dag. Aftaná segði Jørgen Niclasen frá megintáttinum í uppskotinum, sum tað er orða nú, umframt vansar og fyrimunir við ymiskum orðingum og hugsjónum. At enda greiddi Christian Andreasen frá løgfrøðisliga innihaldinum, umframt týdningarmiklum løgfrøðisligum atlitum og fyrivarnum.

Eftir ein góðan kaffimunn og gott prát, var høvið hjá fundarfólkinum til at seta spurningar og gera viðmerkingar, eins og at fyrihalda seg til sera áhugaverdu frágreiðingarnar og svarini frá panelinum. Orðaskiftið var gott og lívligt, men ikki minst viðkomandi og upplýsandi.