Stjørnan og Polarhav landa gulllaks í Kollafirði

vinna08-08-2018 - 15:43 - Jóanis Nielsen

 Gulllaksaskipini Stjørnan og Polarhav landa til Faroe Pelagic í Kollafirði, teir hava 200 tons.

Skipini hava roynt vestanfyri.

Tá ið liðugt verður at landa fara tey nýggjan gulllaksatúr, tað verður seinasti gulllaksatúrurin í ár.

Eysturbúgvin og Vesturbúgvin, sum eisini hava roynt eftir gulllaksi, hava nú lagt um til upsaveiðu.

Fuglberg og Skoraberg er enn á gulllaksaveiðu, teir skulu landa í Kollafirði í morgin.