Stjørnan og Polarhav landa gulllaks í Kollafirði

vinna09-08-2017 - 18:09 - Jóanis Nielsen

 Stjørnan og Polarhav koma á Kollafjørð í kvøld við 120 tonsum av gulllaksi, sum teir landa til Faroe Pelagic, teir byrja at landa kl. 20 í kvøld.

Vit tosaðu umborð fyri løtu síðan, teir siga, at nú Tavan ikki tekur ímóti gulllaksi meira í ár, so verður landað til Faroe Pelagic, men á Faroe Pelagic vilja teir hava at vektin liggur omanfyri 300 gramm, teir hava tí roynt á djúpum sjógvi, har støddin á gulllaksinum er munandi betri, men ikki so nógv at fáa.

Nú eru bara 1.300 tons eftir av gulllaksakvotuni.

Stjørnan og Polarhav loysa aftur eftir middag í morgin.