Stjørnan og Polarhav landa á Kósini

vinna16-06-2017 - 09:02 - Jóanis Nielsen

 Partrolararnir Stjørnan og Polarhav komu á Klaksvík tíðiliga í nátt við góðum 250 tonsum av gulllaksi, sum teir landa á Kósini - teir byrja at landa kl. 10 í morgun.

Vit á JN.fo tosaðu umborð í gjárkvøldið, teir høvdu roynt vestur av Føroya Banka, tað er góður gulllaksur teir hava, støddin er góð og gulllaksurin er í góðum standi. Veðrið hevur verið gott hendan túrin.

Skipini fara nýggjan túr í kvøld.