Stjørnan og Polarhav koma á Klaksvík eftir middag

vinna11-07-2017 - 10:43 - Jóanis Nielsen
Gulllaksaskipini Stjørnan og Polarhav sigla inn, teir koma á Klaksvík eftir middag.

Stjørnan og Polarhav hava 150 tons av gulllaksi, sum teir landa á Kósini. Tavan í Leirvík keypir veiðuna.

Teir hava hendan túrin roynt bæði sunnan og vestanfyri, teir endaðu túrin á Bankanum.

Nú eru bara uml. 3.000 tons eftir at fiska av gulllaksakvotuni.