Stjóri til Vága Floghavn

vinna23-08-2019 - 21:06 - Jóanis Nielsen

Vága Floghavn P/F er ein fyritøka í vøkstri. Ferðafólkatalið er vaksið støðugt seinnu árini og virksemið á flogvøllinum er harvið eisini vaksið munandi. Stjórin skal, saman við nevnd og starvsfólkum, tryggja góðu gongdina hjá Vága Floghavn og fyrireika flogvøllin til framhaldandi vøkstur.

Flogvøllurin er portrið til Føroyar, og er tað týdningarmikið, at dygdar- og trygdarstøðið á flogvølli okkara er høgt. Flogvøllurin skal tí framhaldandi mennast, og hava vit tørv einum dugnaligum og álitsvekjandi leiðara. Føroyingar skulu allir verða stoltir av Vága Floghavn, og hesum skal stjórin ganga á odda fyri at tryggja.

Stjórin hevur beinleiðis tilvísing til nevndina, og hevur tískil stóra ávirkan á, hvussu bygnaður og rakstur í felagnum verða skipað.

Umsókn
Umsókn við prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum skal sendast til:

Regin Hammer, nevndarformann áregin@hammer.fo.

Umsóknarfreist
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 15. september 2019.
Spurningar um starvið kunnu setast Regini Hammer, nevndarformanni, á telefon 283848.