Stívliga fjórðingur av fiskaútflutninginum fer til Russlands

15-03-2019 - 15:09 - Jóanis Nielsen

 Hagstovan skrivar:

Russland er tað landið, vit útflyta nógv mest til. Í fjør seldu vit fiskavørur til Russlands fyri nærum 2 mia. kr., og er tað meir enn ein fjórðingur av øllum útflutninginum av fiskavørum.

Tilsamans útfluttu vit fiskavørur fyri 7,5 mia. kr. í fjør, og er tað 900 mió. minni enn í 2017. Hetta er sera stór minking, men tað skal eisini samanberast við, at undanfarnu 2 árini vaks útflutningurin av fiskavørum 1,7 mia. kr.

Eftir keyparalondum var størsta minkingin til Týsklands við 539 mió. kr., til Russlands við 396 mió. kr. og til Niðurlond við 270 mió. kr. Hinvegin vaks útflutningurin til Kina við 184 mió. kr. og til Danmarkar við 135 mió. kr.

Hyggja vit 10 ár aftur, hava vit havt ein støðugan vøkstur í útflutningsvirðinum øll árini, og í 2018 seldu vit fiskavørur fyri 3,8 mia. kr. meira enn í 2009. Tað er meir enn ein tvífalding í virði.

Í nøgd er vøksturin minni, hóast tað eisini hevur verið vøkstur flestu árini. Samlað er nøgdin vaksin 56% hesi 10 árini.


Russland keypir mest

Russland er tað landið, vit útflyta nógv mest til. Í fjør seldu vit fiskavørur til Russlands fyri nærum 2 mia. kr., og er tað meir enn ein fjórðingur av øllum útflutninginum av fiskavørum.

Vit útflyta næstmest til Bretland, og var útflutningurin hagar 835 mió. kr. í 2018, sum er 11% av samlaða fiskaútflutninginum.

USA, Danmark og Kina keypa hvør áleið 9% av fiskinum vit útflyta.

Útflutningurin til Russlands gjørdi eitt ordans lop í árunum 2011 til 2014. Í 2014 var fyrstu ferð, at Russland var størsta útflutningslandið, tá 16% av fiskavørunum fóru til Russlands. Trý ár frammanundan fóru bert 3% til Russlands.

í 2018 var laksur 58% av fiskinum, sum fór til Russlands, meðan restin í stóran mun var sild og makrelur.

Útflutningurin til Kina vaks eisini í sama tíðarskeiði, úr 2% upp í 6%, og í fjør uppí 9%. Her vóru góð 80% laksur í 2018.

Sum partur av samlaða fiskavøruútflutninginum, er útflutningurin til Bretlands og Danmarkar minkaður seinastu 10 árini, tó er ikki talan um minking í virði.

Toskur var ein triðingur av útflutninginum til Bretlands, og ein annar lítil triðingur var laksur.

Til Danmarkar var útvið helvtin laksur.

Útflutningurin til USA hevur ligið millum 7 og 12% hesi 10 árini, og í virði er útflutninguin av fiskavørum til USA vaksin úr 300 mió. kr. uppí 700 mió. kr. - 95% av útflutninginum til USA er laksur.

 

Nýggjastu tølini vísa aftur vøkstur í útflutninginum

Nú nýggjastu tølini fyri januar 2019 verða tikin við, sæst ein broyting í gongdini, so minkingin frá 2017 til 2018 nú er vend til ein vøkstur. Tá tølini frá einum einsamallum mánað til annan kunnu vera umleypandi, er samanberingin gjørd fyri 3-mánaðarskeiðið nov. 2018 - jan. 2019, samanborið við somu 3 mánaðir 2017-18.

Nú er aftur ein vøkstur í útflutningum á 361 mió. kr., svarandi til 18% fyri hetta 3-mánaðarskeiðið. Her er tað serliga laksaútflutningurin, sum ger stóra munin.

Í talvuni niðanfyri er fiskaútflutningur eftir nøgd hetta seinasta 3-mánaðarskeiðið, samanborið við sama tíðarskeið 2017-18. Hon vísir sera stóran vøkstur í laksaútflutninginum og stóra minking í uppsjóarfiskinum.

 

Dagførd og útgreinað hagtøl um útflutningin eru at finna í hagtalsgrunninum her.