StÍF vann á oddaliðnum

ítróttur09-12-2019 - 06:23 - Jóanis Albert Nielsen
Oddaliðið í Okkara-deildini hjá monnum í hondbólti, H71, var í gjár á vitjan hjá StÍF. Undan dystinum hevði H71 bert tapt tann eina dystin.

Talan gjørdist um ein spennandi og javnan dyst á Skála. Tá ið flest mál vóru á muni vóru bert 4 mál á muni og tað var tá ið 35. minuttir vóru leiktir. Tá var H71 á odda 15-19.

Dysturin byrjaði javnt, og var støðan eftir 10. minuttir 6-5. H71 fekk sær eina lítla leiðslu løtu seinni, og var støðan 9-12 eftir 20. minuttir. Hálvleiksstøðan var 14-15 til H71.

Eftir 40. minuttir var støðan 17-19. Tá ið 50. minuttir vóru leiktir var bert eitt mál á muni, og var støðan 23-24. StÍF vann dystin 31-30.

Málskjúttar:

StÍF: Sveinur Justinussen 8, Ivan Mrdalo 8, Jóannes Prestá 5, Bjarni í Selvindi 4, Jógvan G. Joensen 3, Pætur Johansen 2 og Pætur Barclay 1.

H71: Hilmar Leon Jakobsen 7, Peter Krogh 6, Leivur Mortensen 5, Hans Kári Hansen 3, Pauli Mittún 3, Pætur Thomsen 2, Baldur Gillason 1, Rúni V. Højgaard 1, Sigmundur Dahl 1 og Pætur Mikkjalsson 1.

Støðan Dystir Vunnin mál Tapt mál Munur Stig
H71 11 320 260 60 18
NEISTIN 12 327 291 36 16
STÍF 11 316 306 10 15
VÍF 11 306 296 10 12
KÍF 11 295 289 6 9
KYNDIL 11 283 292 -9 8
TEAM KLAKSVÍK 11 239 352 -113 0