StÍF vann á KÍF

ítróttur04-10-2017 - 22:01 - Jóanis Albert Nielsen

Ein dystur hevur í kvøld verið í FTZ-deildini hjá monnum. Tað var KÍF ið tók móti StÍF.

Strandingar byrjaðu dystin betri, og fingu skjótt lagt seg nøkur mál frammum. Einu løtuni í fyrra hálvleiki vóru 6 mál á muni. Hálvleiksstøðan var 13-16.

Í seinna hálvleiki kláraði KÍF at koma uppá javnt eftir 20. min. tá ið støðan var 25-25. StÍF vann dystin 29-31.

KÍF: Emil Dam, Jaspur við Garð, Magnus Muller 6, Janus Jacobsen 1, Karstin D. í Húsinum, Teitur Joensen 2, Jón Suni Kjærbæk, Poul Finnur Egholm 8, Regin Petersen, Hans Eli Sigurbjørnsson 7, Rógvi Weyhe, Jákup Trygvason, Ási Dam 2, Kristjan Madsen og Atli L. Hammer 3.

StÍF: Joakom Jurce, Tummas Thomsen 1, Pætur Joensen 3, Jóanes Prestá 6, Pætur Johansen 9, Hendrikur Davidsen 1, Sveinur Justinussen 9, Ivan Merdalo, Jógvan G. Joensen 1, Jákup Mortensen, Andri K. Hansen og Djóni Jansson 1.

Støður: 

5. min. 1-2

10. min. 3-6

15. min. 5-9

20. min. 7-13

25. min. 9-14

30. min. 13-16

35. min. 15-18

40. min. 17-20

45. min. 21-25

50. min. 25-25

55. min. 26-28

60. min. 29-31

Støðan
NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1H7138670166
2Neistin3797364
3Team Klaksvík36870-24
4StÍF37780-34
5VÍF2515102
6Kyndil36672-60
7KÍF38091-110