ST-heimsmálini á breddan í Føroyum

politikkur07-02-2018 - 11:32 - Jóanis Nielsen

Fríggjadagin 23. februar verður ráðstevna í Norðurlandahúsinum um tey 17 heimsmálini hjá ST, ið miða eftir at loysa heimsins størstu avbjóðingar. Magni Arge, fólkatingsmaður, skipar fyri. Við verða m.a. Mogens Lykketoft, fyrrverandi ST-aðalfundarformaður, Katherine Richardson, professari í havfrøði, Aksel Johannesen, løgmaður, og Høgni Hoydal og Poul Michelsen, landsstýrismenn.

Í september 2015 settu Sameindu Tjóðir sær 17 mál, ið fevna um heimsins størstu trupulleikar, sum skulu loysast áðrenn 2030. Hesi mál eru sett, tí mett verður neyðugt at loysa trupulleikarnar, so øll kunnu liva eitt gott lív nú og samstundis lata komandi ættarliðum heimin í góðum standi. Málini hjá ST bera heitið “Heimsmálini” ella “Burðardyggu menningarmálini”.

Tey 17 heimsmálini snúgva seg m.a. um at basa fátækradømi, veita øllum mat, rættin til góða heilsu, betri útbúgving, javnstøðu, burðardygga orku, minni ójavna, veðurlagsátøk og lívið í havinum.

Á ráðstevnuni verður kunnað um ST-ætlanina, og hvussu tikið verður ímóti henni í Føroyum og Norðurlondum. Sjóneykan verður serliga sett á heimsmál nr. 14, sum snýr seg um havið og lívið i havinum, ið hevur so stóran týdning fyri Føroyar.

Fyrra part av ráðstevnuni fer Mogens Lykketoft, ið var formaður á ST-aðalfundinum, tá heimsmálini vórðu samtykt, at greiða frá visióninini handan ST-sáttmálan. Aksel Johannesen, løgmaður, fer at røða um, hvussu Føroyar taka við avbjóðingini, meðan Anniina Kristinsson frá Norðurlendska Ráðharraráðnum sigur frá norðurlendskum átøkum og samstørvum viðvíkjandi heimsmálunum.

Í seinna parti fer Katherine Richardson, professari í havfrøði og limur í ST-nevndini, sum fylgir arbeiðinum við heimsmálunum, at røða um burðardygga nýtslu av tilfeinginum í havinum. Høgni Hoydal, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, greiðir frá hugtakinum Large Ocean Nations, sum eisini fevnir um Føroyar.

Stjórin í NORA, Ásmundur Gudjónsson, fer at greiða frá verkætlanini Blue Fashion, meðan Poul Michelsen, landsstýrismaður við vinnu- og uttanríkismálum, fer at greiða frá altjóða leiklutinum hjá Føroyum í sambandi við heimsmálini.

Ráðstevnan verður sett kl. 08.45 fríggjadagin 23. februar 2018 í høllini í Noðurlandahúsinum og endar á middegi. Tiltakið er ókeypis og fólk melda til á facebook ella senda ein teldupost tiltjodveldi@ft.dk.

Tiltakið sæsther á facebookog greinar um heimsmálini eru at finna áheimasíðuni hjá fólkatingsliminum.