Steypakappingin byrja um vikuskiftið

ítróttur10-01-2020 - 12:05 - Jóanis Nielsen

 Landskappingin fer nú at liggja still eina løtu, tí bólkaspælið í steypakappingini byrjar hetta vikuskiftið. Næstu trý vikuskiftini verða steypadystir á skránni, og byrja verður longu í morgin, leygardagin 11. januar. 

Toppdystir longu í 1. umfari 

Bæði hjá kvinnunum og monnunum eru tveir bólkar. Bólkingin er grundað á úrslitini frá seinastu steypakapping, og tað passar seg so, at nr. 1 og 2 hjá bæði kvinnunum og monnunum beint nú í landskappingni eru endað í sama bólki. Fyrsta umfar kann tí gerast avgerandi fyri, hvat lið endar nr. 1 í sínum bólki og tí skal møta nr. 2 í hinum bólkinum í hálvfinaluni. Tað er ein fyrimunur. 

Mesti spenningurin er í Klaksvík 

Badmintonhøllin í Klaksvík leggur gólv til helst mest avgerandi dystirnar steypakappingini hetta vikuskiftið. Mjølnir eigur oddaliðið hjá bæði kvinnum og monnum í landskappingini, og bæði liðini eru á heimavølli.

 • Leygardagin 11. januar kl. 14.30 Mjølnir – SÍ A Badmintonhøllin í Klaksvík 

• Leygardagin 11. januar kl. 17.00 Mjølnir – Dráttur Badmintonhøllin í Klaksvík 

Hjá kvinnunum hevur Mjølnir vunnið á Drátti tvær ferðir í landskappingini, men munurin er lítil. Mjølnir tapti sín fyrsta dyst í ár, tá ið SÍ í seinasta leikumfari vant burturúr teimum og vann greitt 3-1. Verður tað nú Dráttur, ið dregur longra stráið? 

Hjá monnunum er Mjølnir í serflokki í landskappingini, men júst SÍ gav teimum sterka mótstøðu seinast, og í steypadystum kann jú alt henda.