Stelkur og Bakur hava landað í Runavík

vinna03-08-2017 - 21:00 - Jóanis Nielsen

 Partrolararnir Stelkur og Bakur hava í dag landað í Runavík. Fiskiiskapurin hendan túrin hevur verið vánaligur, teir høvdu tilsamans 60.000 pund, sum teir høvdu fiskað í eina viku, teir royndu norðanfyri.

Stelkur og Bakur eru í kvøld farnir nýggjan túr.