Steingja Kaldbaksvegin í hálvan tíma í kvøld

22-10-2019 - 20:16 - Jóanis Albert Nielsen

Umleið kl. 2030-2100 í kvøld verður Kaldbaksvegurin stongdur hálvan tíma, meðan lastbilur, sum fór út av vegnum norðan fyri Sund fyri nøkrum døgum síðani, verður tikin upp. 

Løgregla er á staðnum, í rundkoyringini sunnan fyri Hvítanes og í rundkoyringini í Kollafjarðardali, skrivar løgreglan.