Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið gjørt nýggjan sáttmála

13-10-2017 - 14:11 - Jóanis Nielsen

Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið undirskrivaðu í dag nýggjan sáttmála. Talan er um 2 ára sáttmála, ið er galdandi frá 1. oktober 2017 til 1. oktober 2019

Semjan inniber, at lønirnir hesuferð hækka í krónum, heldur enn í prosentum. 1. oktober í ár hækkar karmurin fyri mánaðarlønirnar við 695 krónum og tann 1. oktober 2018 hækkar karmurin fyri mánaðarlønirnar 754 krónur. Fyrsta árið er partur av karminum nýttur til umflokkingar.

Verður lønarhækkingin umroknað til prosent er talan um eina hækking í mánaðarlønunum á 2,3 % fyrra árið og 2,5 % tað seinna árið.

Javnari býtiVið tað, at lønarhækkingin hesaferð er ásett í krónum, vera tað tey meðal og lægri løntu, sum fara at merkja lønarhækkingina best í mun til teirra verandi løn.

Partarnir er samdir um, at tað er skilagott, at hækkingin kemur teimum lægri løntu til góðar, so at virðini verða býtt javnari.

Varligur lønarvøkstur

Starvsmannafelagið hevði ynskt sær eina størri lønarhækking, men ásannar, at hetta er tað, sum tað bar til at fáa burturúr hesaferð. Fíggjarmálamálaráðið hevur hinvegin lagt stóran dent á, at tað hevur týdning at halda aftur í lønarvøkstrinum, ikki minst nú nógv ferð er á búskapinum.

Talan er um ein varligan lønarvøkstur, har tað fyrsta árið svarar til ta lønarhækking, sum tann privati arbeiðsmarknaðurin hevur fingið, meðan seinna árið er eitt vet hægri.

Harafturat eru broytingar gjørdar í sáttmálanum, sum báðir partar meta verða framstig.

Samsýning til álitisfólkBroytingar verða gjørdar í álitisfólkaskipanini. Tey, sum eru vald til álitisfólk, fara nú fyri fyrstu ferð at fáa eyka samsýning fyri álitisfólkastarvið. Tað fer at geva teimum eitt eyka lønarstig.

Afturfyri verður talið á álitisfólkum á summum av teimum størstu stovnunum undir landinum lækkað nakað.

Samanumtikið fer hetta at gera skipanina meira nútímansgjørda, har tey, sum vera vald til álitisfólk fáa betri sømdir at røkja sítt arbeiði sum álitisfólk.

Betri barsilsskipanPartarnir eru hartil samdir um, at skipanin við barsilsløn frá arbeiðsgevaranum verður betrað.

Starvskvinna fær rætt til barsilsløn eftir sáttmálanum í 4 vikur undan mettari føðing og í 24 vikur eftir føðing, t.v.s. 28 vikur tilsamans. Harafturat fær kvinnan rætt til barsilsløn, um hon við læknaváttan prógvar, at hon er óarbeiðsfør áðrenn komið er fram til 4 vikur undan mettari føðing.

Í dag er vanligi rætturin til barsilsløn 24 vikur. Talan er sostatt um 4 vikur, ið vera lagdar afturat, og haraftruat koma so rættindini at fara heim við løn, um kvinnan gerst óarbeiðsfør í viðgongutíðini.

Skipanin er broytt fyri at stilla foreldrini betri. Broytingin merkir, at tíðarskeiðið við fullari sáttmálaløn í barsilstíðini verður longri, so at tey noyðast seinni í barsilsskipanina, har gjaldið er lægri enn sáttmálalønin.

Aðrar broytingarSáttmálin hevur eisini týðandi ásetingar, sum skulu tryggja, at leiðslurnar taka starvfólkini við í tilgongdina, tá avgerðandi broytingar verða framdar á landsins arbeiðsplássum.

Skipað verður fyri evnisdegi í 2018, at umrøða spurningin hvussu almennar leiðslur handfara avgerandi broytingar, og hvussu starvsfólkini fáa høvi at vera við í broytingini.

Millum aðrar broytingar, kann nevnast, at semja eisini er um at seta arbeiðsbólk at endurskoða arbeiðstíðarreglurnar hjá teimum sum arbeiða í sjúkraflutningstænastuni. Í dag er ein serlig avtala um arbeiðstíðina hjá hesum starvbólki, og miðað verður eftir, at fáa hesar reglur inn í ein komandi sáttmála.

Sáttmálin millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið er fyrsti sáttmálin, sum verður gjørdur í hesum umfarinum fyri starvsfólk, ið arbeiða hjá landinum.

Sí undirskrivaðu semjunaher

Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið, 13. oktober 2017