Starvsmannafelagið heldur rundan føðingardag

vinna22-02-2021 - 16:42 - Jóanis Nielsen

Í sambandi við 60 ára stovningardagin týsdagin 23. februar heldur felagið opið hús fyri almenninginum. Opið verður í felagshúsinum í J.H. Schrøtersgøtu 9 frá klokkan 10.30–13.30 og frá 16.00–18.00, har øll eru væl komin til kaffi, té og lagkøku.


Hesin dagurin er somuleiðis almenni dagurin fyri, at felagið broytir navn frá Starvsmannafelagnum til Starvsfelagið. Eisini verður nýggjur samleiki og nýtt búmerki avdúkað hendan dagin, eins og felagið fær nýggja heimasíðu. Somuleiðis verður eitt jubileumsrit av Starvsblaðnum givið út í sambandi við 60 ára hátíðardagin.

Í blaðnum sleppa fyrrverandi forfólk framat at siga frá tíðini, har tey stóðu á odda fyri felagnum. Tosað verður eisini við nevndarlimirnar í felagnum, sum siga sína hugsan um, hvat felagið eigur at leggja dent á í komandi tíðum, eins og nøkur álitisfólk lýsa týdningin av at hava fakfeløg og at gera fakfelagsarbeiði.

Somuleiðis verður navnabroytingin og samleikaskiftið hjá felagnum viðgjørt í blaðnum, eins og hendingar í søgu felagsins verða umrøddar.

Jubileumsritið av Starvsblaðnum er eisini ein smaksroynd upp á eina bók um søgu felagsins, sum felagið hevur ætlanir um skal koma út einaferð um ikki alt ov langa tíð.

Ritið verður sjálvandi sent øllum limum felagsins, og hjá øðrum ber til at ogna sær eitt eintak frá klokkan 16.00–18.00 í tann mun, upplagið røkkur til tað.

Vit í felagnum gleða okkum at síggja nógvar gestir, har atlit sjálvandi verða tikin til koronutilmælini.

Starvsfelagið