Starvsfólk til veristaðið Skáin í Miðvági

Lýsing17-09-2021 - 15:02 - Jóanis Albert Nielsen

Veristaðið Skáin er ætlað fólkum við sosialum, sálarligum og menningarligum avbjóðingum.

Í Skáanum ber til at vera við í ymiskum virksemi so sum at spæla spøl, borðtennis, mála, hekkla, seyma, klippa, saga, pussa og stoypa úr betong, umframt sosialari samveru og práti.

Um størvini

  • 1 starv við brøki 0,8 til setan frá 01.10.21 ella eftir nærri avtalu. Arbeitt verður gerandisdagar í dagtímum, og onkur einstøk kvøld.
  • 1 starv sum avloysari í sambandi við fráveru orsakað av sjúku, feriu og øðrum.

Arbeiðsuppgávurnar í Skáanum

Arbeiðsuppgávurnar í Skáanum eru fjølbroyttar og eru m.a. at skipa fyri kreativa virkseminum, sum er á staðnum. Skáin er eitt veristað, har rúm er fyri fjølbroytni og góðum hugskotum sum kunnu gagna teimum borgarum, sum koma í veristaðið.

Førleikakrøv

Útbúgving sum námsfrøðingur, ergoterapeutur, fysioterapeutur, sjúkrarøktarfrøðingur ella heilsurøktari. Tað kann vera ein fyrimunur, um umsøkjari hevur starvsroyndir innan psykiatri og autismuøkið. Um eingin við omanfyrinevndu útbúgving søkir starvið, kann starvið verða fyribilssett við hjálparfólki.

Væntanir

Væntað verður, at tú dugir væl at arbeiða við fólki og at tú sært tørvin hjá tí einstaka. Somuleiðis er umráðandi, at tú hevur hug og hegni at arbeiða sjálvstøðugt og at tú er opin fyri nýhugsan og avbjóðingum. Góð samstarvsevnir, fleksibilitetur og eitt rúmligt lyndi, eru góðir eginleikar at hava í starvinum. Vit vænta eisini at tú hevur koyrikort.

Trivnaðardepilin – Eind 4

Veristaðið Skáin er partur av Eind 4 í Trivnaðardeplinum, sum varðar av fólki við sálarligum avbjóðingum í Vágum og í Suðurstreymoy. Meiri kunning um Eind 4 og veristaðið Skáan fæst við at trýsta her

Setanar- og lønarviðurskifti

Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í løtuni í Trivnaðardeplinum Eind 4. Tey, ið sett verða, mugu tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Setanar- og lønartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag við samráðingarrætti fyri økið.

Umsókn

Tú søkir starvið við at trýsta á tann grøna knøttin "Søk starvið".

Freist

Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 29.09.2021 kl.23.00.

Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Andreu Petursdóttir, leiðara á tel.297449.