Starvsfólk til kunningardiskin á flogvøllinum

Vinna11-01-2018 - 22:31 - Jóanis Albert Nielsen

Søkt verður eftir starvsfólkið til kunningardiskin á flogvøllinum at byrja 15. februar 2018 ella eftir nærri avtalu.

Arbeiðið fevnir í høvuðsheitum um at vegleiða og kunna ferðafólk sum koma og fara um flogvøllin, og veita tænastu til kundar hjá VisitVágar og kunningardiskinum.
Talan er um fulltíðar starv men í skiftandi arbeiðstíðum. Arbeiðstíðirnar eru í samband við komu og fráferðir hjá flogførum. Talan kann eisini vera tvey hálvtíðarstørv.

Um teg:

Tú dámar væl at arbeiða við fólki og kundatænastu, og hevur áhuga í ferðavinnu. Tú trívist at arbeiða skiftandi arbeiðstíðir. Tú ert ágrýtin og tænastusinnað/ur og hevur lætt við at samskifta við kundar og samstarvsfelagar. Tú ert stinn/ur í føroyskum, norðurlendskum og enskum í talu og skrift. Tú leggur stóran dent á at veita eina góða tænastu, og hevur lætt við at kunna teg um og at leita fram upplýsingar sum kundanum tørvar.

Krøv:

Tú hevur hollan málsligan kunnleika. Tú skal kunna samskifta á føroyskum, norðurlendskum og enskum. Tú hevur góðar telduførleikar, og starvsroyndir frá tænastuvinnu er ein fyrimunur. Útbúgving frá miðnám er ein fyrimunur.

Umsókn:

Skrivlig umsókn við avritum av møguligum prógvum, cv, viðmælum v.m. skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin, 24. januar 2018.
Umsóknin skal sendast til:VisitVágarFlogvøllurin 2380 Sørvágur
ella á teldupost: solvi@visitvagar.fo
							
Spurningar:
Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vækomin at venda tær til Sølva Simonarson, leiðara á VisitVágar, á telefon 267549 ella solvi@visitvagar.fo