Starvsfólk til kantinuna á kryvji- og góðskingarvirkinum í Sørvági

vinna16-09-2019 - 16:14 - Jóanis Nielsen

Vit søkja eftir starvsfólki til kantinu-toymi á virkinum í Sørvági at byrja beinanvegin.

Starvið er fulltíðarstarv, men onnur avtala viðv. arbeiðstíð eru eisini møgulig.

Saman við øðrum kemur tú at standa fyri matgerð, innkeypi, reingerð og at tryggja, at køkurin verður væl skipaður. Umleið 70 starvsfólk eta í kantinuni hvønn arbeiðsdag.

Vit ynskja at tú ert vinarlig/ur, álítandi og tænastusinnað/ur.

Vit bjóða eitt spennandi starv í einum jaligum og virknum umhvørvi.

Um tú vilt vita meir um starvið kanst tú venda tær til Jóan Karl Joensen, virkisleiðara, á telefon 288260

Umsókn skal sendast til joankarl.joensen@hiddenfjord.com áðrenn 30. september

www.hiddenfjord.com • P/F Luna, FO-510 Gøta, Faroe Islands • Tel +298 66 21 00 • luna@luna.fo