Star Legend vitjar á Havnini

Vinna06-08-2017 - 13:57 - Jóanis Albert Nielsen

Star Legend kom á Havnina um middagsleitið. Star Legend legði leiðina henda vegin eftir at hava verið í Íslandi.

Skipið var tikið í sigling í 1992, og sigldi fram til 1996 undir flagginum hjá Bahamas. Í 1996 fór tað at sigla undir flagginum hjá Norra, men fimm ár seinni skifti tað aftur til flaggið hjá Bahamas.

Star Legend 135 metrar langt og 20 metrar breitt. Skipið tekur 208 ferðafólk og manningin telur 164.