Nýggjastu


Stapin landar í dag

vinna10-02-2018 - 11:26 - Jóanis Nielsen

 Stapin, sum hevur verið á Flemish Cap, landar í morgun í Kollafirði, teir hava 210 tons av frystum fiski.

Tað er Barðið í Havn, sum stendur fyri landingini í Kollafirði.

Vit hava tosað til Kollafjarðar, teir meta ikki, at teir verða liðnir at landa Stapan í dag, um so verður, so landa teir aftur mánamorgunin.