Stapin hevur landað í Kollafirði

vinna22-10-2019 - 19:51 - Jóanis Nielsen

Frystilínuskipið Stapin kom á Kollafjørð í morgun við 165 tonsum av frystum fiski, so gott sum alt var toskur og hýsa.

Teir hava landað í Kollafirði í dag og fara nýggjan túr í kvøld.

Stapin hevur roynt vestan- og norðanfyri.