Nýggjastu


Standa saman um at ferðast í Føroyum

vinna22-05-2020 - 12:15 - Jóanis Nielsen

Standa saman um at ferðast í Føroyum á ferðastíføroyum.fo

Savningarstaðið fyri føroysk ferðavinnutilboð, Guide to Faroe Islands, og nakrir av fremstu føroysku ferðavinnuveitarunum taka nú eitt óvanligt stig fyri at blása lív í føroysku ferðavinnuna, sum í løtuni liggur mestsum í dvala.

Vanliga er hetta háárstíð fyri bókingar frá ferðandi uttanífrá, sum kunnu bíleggja túrar og upplivingar beinleiðis frá yvir 50 føroyskum veitarum umvegis bókingarpallin Guide to Faroe Islands. Men í ár koma at kalla ongar bókingar frá útlendskum ferðandi, og í dag letur Guide to Faroe Islands tí upp fyri serligum tilboðum til føroyingar at ferðast í egnum landi undir átakinum “Ferðast í Føroyum”.

Á síðuni www.ferðastíføroyum.fo ber til hjá føroyingum, ið brellast eftir at ferðast í egnum landi, at velja millum 7 ymiskar ferðapakkar kring landið. Í ferðapakkunum er gisting á gistingarhúsi í tvær nætur, upplivingar úti í náttúruni umframt ein góð mataruppliving á staðnum. Talan er um pakkar til serprísir. Komandi tíðina legst aftrat við spennandi pakkum.

Hugskotið at gera eitt átak fyri at stimbra undir føroyska innanlands ferðavinnu birtist, nú veitarar í tveir samfullar mánaðir støðugt hava fingið boð um avlýsing omaná avlýsing frá útlendskum ferðandi, og lítið var at síggja fram til.

Nú tað gjørdist greitt, at landamørkini ikki verða latin upp, og at so at siga ongar bókingar fara at koma umvegis Guide to Faroe Islands til føroysku ferðavinnuveitararnar í summar, er átakið “Ferðast í Føroyum” eitt upplagt høvi hjá føroyingum at uppliva nakað av tí, sum føroyska ferðavinnan hevur at bjóða - alt til serprís. Vónandi fáa hesi tilboð góða undirtøku millum føroyingar.

Tilboðini kunnu longu nú síggjast á www.ferðastíføroyum.fo og á www.guidetofaroeislands.fo og í næstum verður farið undir lýsingarátøk.