Nýggjastu


Staksdagurin verður í Tjørnuvík leygardagin 19. September

mentan16-09-2020 - 17:19 - Jóanis Nielsen

Heystið byrjar av álvara nú Leygardagin !

Staksdagurin verður í Tjørnuvík leygardagin 19. September

Staksdagurin í Tjørnuvík hevur verið ein partur av mentanardøgunum hjá Sunda kommunu. Mentanardagarnir eru sum kunnugt avlýstir orsaka av Covid 19, hetta er tó ikki galdandi fyri Staksdagin.

Leygardagin 19. September verður farið út á Stakkin eftir seyði. Hetta er ein sermerktur dagur í bygdini og samstundis er hetta byrjanin uppá heystfjøllini í Tjørnuvík.

Í ár eru 13 seyðir at taka, 2 veðrar, 4 ær og 7 lomb.

Kostnaðurin fyri túrin er 100 krónur, og tað er avmarkað luttøka. Hetta er eisini ein lutaseðil uppá eitt feskt tjógv av Stakkinum, lutaseðlarnir verða trektirundir uppboðssøluni.

Tá komið er aftur til bygdina bjóðar Stakksnevndin súpan til fjallfólkið. Síðan verða 4 seyðir flettir og síðan sundurlimaðir, hesir verða seldir í stykkjum á uppboðssøluni, sum byrjar klokkan 17.00.

Um ein ætlar at keypa sær ein livandi seyð, er eisini møguleiki at fáa seyðin flettan, har eru fleiri menn, sum standa klárir at fletta eftir uppboðssøluna.

Bygdarhúsið skipar eisini fyri ymiskum, eitt nú verður tombola aftaná uppboðssøluna.

Allur dagurin verður sjálvandi merktur av Covid 19, leiðreglar um frástøðu vera sjálvandi hildnir.

Staksnevndin v/Jógvan Magnussen

Tlf 29 46 16