Mynd: Bjartur Vest

SSL: TÝSDAGIN 19/10: Smyril siglir av Krambatanga kl. 5:00

vinna18-10-2021 - 21:26 - Jóanis Nielsen

 Orsaka av, at kvøldartúrarnir á leið 7 í kvøld, mánakvøld, vórðu avlýstir fyri veður, verður túrurin í morgin, týsdag 19. oktobur av Krambatanga, framskundaður til kl. 05:00.


Siglt verður smbr. ferðaætlan tað ið er eftir er av týsdegnum.

Bygdaleiðir í Suðuroy koyra í smb. við hesa broyting.

Leið 700 byrjar tilkallitúrin úr Sumba kl. 04:00 og leið 701 byrjar tilkallitúrin kl. 04:30 úr Fámjin og tilkall kl. 04:10 úr Sandvík.