Spurningur viðv. flyting av veiðiloyvum

politikkur20-06-2017 - 14:30 - Jóanis Nielsen

Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a

Fyrispurningur viðvíkjandi flytingum av veiðiloyvum, settur Høgna Hoydal, landsstýrismanni í fiskivinnumálum (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

1.Kann landsstýrismaðurin upplýsa, nær fiskiførini Helena KG 183 – XPSD og Eysturoyingur FD 280 OW 2203 seinast vóru til vinnuligan fiskiskap og høvdu sínar seinastu avreiðingar?

2.Hvussu nógvir fiskidagar eru/vóru knýtt at veiðuloyvunum hjá Helenu og Eysturoyingi árini 2010 – 2017

3.Kann landsstýrismaðurin útvegað eitt yvirlit yvir virksemi (nýtsluna) av veiði- og fiskiloyvum hjá ávikavist Helenu og Eysturoyingi nevnda tíðarskeið.

Veiðiloyvi hjá Helenu, gav felagnum part av eini felagskvotu, avsett av landsstýrismanninumtil bólk 3 í Eystur Grønlandi. Hvussu grundar landsstýrismaðurin, at fiskirættindini latin veiði- loyvinumhjá Helenu verður verða fiskaði av øðrum veiðiloyvum, samstundis sum veiðiloyvi hjá Helenu, verður brúkt av Næraberg til pelagiska vinnu í føroyskum sjóøki.

4.Hvussu mong slík "skuffuloyvi" eru framhaldandi í skipanini innan allar skipabólkar og ber enn til hjá vinnuni sínámillum, at keypa og selja loyvi og rættindi.

Viðmerkingar

Seinastu tíðina er ljós sett á og ivaspurningar reistir, viðvíkjandi umsitingini av okkara fiskivinnuskipan.

Landsstýrismaðurin hevur verið heitasti talsmaður fyri at fáa rættað nakrar av hesum skeivleikum, meðan hann var partur av andstøðuni í Løgtinginum. Men ilt er at fáa eyga á nakrar batar ella rættingar, síðan nýggj samgonga tók við eftir løgtingsvalið. Nú hevur landsstýrismaðurin allar møguleikar at at fremja neyðugar broytingar og hann hevur eisini myndugleikan.

Í staðin fyri skjótast gjørligt at fáa rætta skeivleikar í skipanini, verður alt krútið brúkt til eina framtíðar fiskivinnunýskipan sum er ein kollvelting, og nærum øll vinnan mælir frá.

Á Løgtingi, tann 18. juni 2017

Kári P. Højgaard