Spurningur til K.L.H. Johannesen fra B. Sandoy

politikkur29-11-2019 - 16:28 - Jóanis Nielsen

 Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a  

Fyrispurningur um Heilsutrygd, settur landsstýrismanninum í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen (at svara skrivliga eftir TS § 52a) 

1. Metir landsstýrismaðurin, at tað er rímiligt, at borgarar skulu gjalda heilsutrygdargjald av inntøku, sum er vunnin har, ið Heilsutrygd ikki tekur við, og har borgarar okkara eru dekkaðir av aðrari trygdarskipan? 

2. Hví gongur Heilsutrygd ímóti niðurstøðu hjá Kærunevndini í Heilsumálum, í máli um innkrevjing av heilsutrygdargjaldi? 

3. Hví fór Heilsutrygd ikki víðari við taptu kæruni, um Heilsutrygd metti seg hava lógina á sínari síðu? 

4. Hvat ætlar landsstýrismaðurin at gera fyri at rudda upp í hesum óskili, og nær kann ein loysn væntast? 

Viðmerkingar: 

Vit eru í Føroyum signaði við nógvum vælútbúnum borgarum, sum arbeiða í øðrum londum og forvinna harðan valuta til okkara land. 

Hetta er gull vert fyri Føroyar, og vísa metingar, at hesir borgarar ríka samfelag okkara við meira enn 1 mia. kr. árliga. 

Men fleiri av hesum borgarum verða møttir av mótvilja í okkara heimligu skipanum. Í Norra, har nakrir av hesum borgarum okkara sigla, rinda teir til Folketrygd, ið er ein skipan, sum umfatar pensjón, heilsutrygdargjald o.a. 

Frá hesum persónum frættist, at hetta er ein sera góða skipan, sum dekkar munandi betur, enn okkara heimliga skipan. 

Gerst ein av okkara borgarum sjúkur undir arbeiði í Norra, tekur Heilsutrygd ikki við, meðan Folketrygd dekkar hesar borgarar okkara, bæði í arbeiðinum í Norra og í frítíðini heima. Hetta eru borgarar, ið arbeiða nógv, tá teir eru burtur, og eru so heima umleið helvtina av árinum. Um hesir borgarar skuldu funnið uppá at fortjent sær nøkur eyka oyru, meðan teir eru heima, krevur Heilsutrygd gjald frá teimum av allari fortjenastuni, eisini teirri fortjenastuni, sum er forvunnin í Norra. 

Hetta mál hevur verið roynt í Kærunevndini í Heilsumálum, har kærunevndin (6. juni 2019) gav borgaranum viðhald, og har Heilsutrygd ikki valdi at fara víðari í rættin við málinum. Hóast hetta krevur TAKS framvegis pengarnar frá øllum, sum eru í líknandi støðu, sum hesin borgari okkara er í. 

Enntá ferð TAKS yvir til Norra at heinta inn hesar pengar frá norsku skattamyndugleikunum, hóast tað er sera ivasamt, um nøkur lógarheimild er fyri hesum kravi, og tí eisini ivasamt, um landskassin ikki fyrr ella seinni verður noyddur at gjalda hesum persónunum pengarnar aftur. Undanfarna samgonga valdi at venda blinda eyga til hesar trupulleikar; tí verður málið nú reist, so ein loysn kann fáa á hesi støðuni, sum als ikki eggjar fólki til at taka eitt eyka tak her heima í frítíðini. Á Løgtingi, 29. november 2019 Brandur Sandoy