Spurningar til Havstovuna

Vinna19-10-2018 - 22:09 - Jóanis Albert Nielsen

Her eru nakrir spurningar, sum fiskifrøðingarnir, eiga at vita alt um, áðrenn teir kunnu gera rættar stovnsmetingar.

Eg vóni, at tit vilja svara hesum spurningum alment, soleiðis at vit kunnu hava, álit á tí Havstovan kemur við.

Í 2014 byrjaði fiskimenn at tosa um, at tað sá betri út við fiskarínum og við føðini.

At bátarnir hava rokfiskiskap nú, ger at vit fáa tað fatan , at fiskifrøðingar hava eina avbjóðing við at siga hvat støddin er á fiskastovnunum, serliga tá stórar broytingar eru í náttúruni.

Um fiskifrøðingarnir, høvdu somu vitan um náttúruna, sum fiskimenn, so høvdu teir sett fiskidaga talið upp fyri 3-4 árum síðani.

Tað er sum um, tað blívur “gloymt”, hvat annað ein veiða, kann ávirka deyða talið fiski, s.s.:

· Kanningar hava víst, at havtaska etur 10-20.000 tons av toski, um árið, á Føroyagrunninum, alt eftir hvussu nógvur toskur er til.

· Fiskifrøðingurin segði á einum fundi, at stórur toskur, kann eta eina árgangs styrki, tað vil siga, at ein árgangur kann blíva burtur úr fiskarínum.

· Kópur, “spættede sæl” (steinkópur) vigar sum vaksin 80- 125 kg og etur 7 kg av fiski um dagin. Í Eystursjónum eru 26.000 kópar, sum eta 66.000 tons av fiski um árið, stórur partur er toskur.

· Tað er ein avmarka tíð, sum føðin og fiskurin, eru inni á grunninum, tá føðin minkar blívur kannibalisman stór. T.v.s., at tann stóri toskurin, etur tann smærra fiskin, men stórur partur av fiskinum ferð útaftur, av grunninum fyri at leita eftir føði um føðin minkar á landgrunninum.

Veiðan tekur bert ein part av fiskinum.

At tosa um at goyma fiskin á landgrunninum, meti eg vit eiga at gloyma alt um, akvariumi er ov stórt. Tá fiskurin er farin av landgrunnunum, finna vit hann ikki aftur. Hann kemur ikki aftur fyrr enn liviumstøðurnar blíva betri, soleiðis hevur tað altíð verið á Føroyagrunninum, og soleiðis ferð at altíð at vera.

Á R7 03-04-2018 tosar ein fiskifrøðingur, um at lítið var til av toski á Føroya Banka, men eitt ávíst bjartskygni er, men hinvegin helt hann, at tað var løgi, at nógv av hýsu og toski var á landgrunninum, tí hýsu- og toskastovnurin, á landgrunninum og Føroya Banka vanliga fylgjast. T.v.s. at tá toska- og hýsustovnuarnir á Føroya banka eru væl fyri, so er vanliga sama galdandi fyri hesar fiskastovnar á landgrunninum.

Í heyst, kom so onnur útmelding, tí tá var lítla bjartskygni, um toskin á Føroya Banka burtur.

Eg havi fleir fer sett spurnartekin við útgerðina og óljóði frá Magnus Heinason, og eg skilji ikki at teir á Havstovuni ikki gera tað sama, serliga nú teir blíva við ongan toska fáa í trolið á Føroya Banka. Óljóði ávirkar munandi meira á grunnum vatni - og tað er sera grunt á Føroya Banka. Tí áttu teir at fingið annan trolara, at gjørt royndir á bankanum, so teir kunnu prógv fyri Føroya fólki, at tað rætt, tá fiskifrøðingarnir siga um toskin á Føroya Banka, og ivin um larmin á Magnus Heinason, kann fáast burtur.

Nær er annars rættast at veiða tosk og hýsu?

Tað verður sagt, at ein árgangur er tyngst tá hann er um 6-8 ár, tí hann veksur skjótt tey fyrstu 5-6 árini, og eftir tað er vanlig deyðiligheit størri enn vøksturin hjá árganginum, og nú tá nógvur fiskur aftur er á grunninum, við nærum øllum árgangum, er spurningurin - um fiskurin ikki bert hevur verið vekk á pappírinum.

Er tað so betri, at hava nakrar fáar, stórar toskar, sum eta nógv uttan at veksa meira, ella fiska meira tá fiskurin er smærri, sum etur og veksur nógv.

Tá ov lítið blívur fiska av millum annað toski, blíva teir ov stórir og eta alt sum fyri kjaftin rekur og kunnu harvið gera enda á fleiri øðrum fiskastovnum.

Eg havi skriva fyrr, um Vesturfarið, sum for royndartúr, tá allir hinir trolbátarnir, lógu fyri fiskaloysi. Hetta var 15.04.1994 teir fóru royndartúr NV úr Mýlingið Teir fiskaðu í 1½ døgn 18,5 tons av góðum toski. Royggi á toskinum var myrkt. Tað var ringt at kryvja, av tí at nógvir smásteinar vóru í maganum á fiskinum. Eina viku seinni, var ongin toskur at fáa við smásteinum í maganum. Tað er gomul vitan, at tá ið toskur hevur steinar í maganum, tá er hann komin nýkomin úr dýpinum ella tá hann er við at rímur av grunninum.

Tey seinasti árini hava fiskimenn, eisini fingið tosk, við smásteinum í maganum.

Vit vóru fleiri mans á fundi, við Havstovuna, har vit settu fleiri spurningar.

Ein spurningur eg setti Havstovuni var - Hví tekur toskur steinar í magan viðhvørt ?

Fiskifrøðingurin kom við einari góðari forkláring, at tá toskur er á sama dýpi, javnvigar hann við sjógvin, men tá toskur skiftur dýpi, er tað fyri at uppvigað ímóti sundmaganum, at hann tekur steinar inn, fyri at koma lættari niður ella tá hann skal grynri, tekur hann steinar inn, fyri at mótvirka sundmagan, so at hann ikki flotnar ov harðliga.

Kvotur

Allastaðni har kvotur eru, hava londini stríðst, ímóti lógarbrotum.

Við kvotum blíva í miðal 10 % av fiskinum út blakað, og í fleiri førum upp í 50 % verður blakað aftur í havið. Afturat tí blívur nógv landa svart og tí ikki við í hagtølunum, sum er ein avgerandi faktorur í fiskifrøðini.

Hevði tað ikki verði lættari, fyri fiskifrøðingarnir, at fingið røtt hagtøl, til stovnsmetingarnar ?

Síðani í 90inum eru nógvar, av teimum bestu fiski leiðinum stongdar og nógvir fiskidagar, eru tiknir úr fiskidagaskipani, tað sær út sum, fiskimenn ikki skulu kunna prógva, at fiskifrøðingar taka feil. Men øll gera onkrar feilir, eg havi eisini tikið feil, og skrivað okkurt galið.

Undir Føroyum vóru kvotur frá 1 september 1994 til 1 juni 1996. Tá var Løgtingi noytt at avtaka kvoturnar, sjálvt um tað vóru tríggir mánaðir eftir, av kvota árinum, og seta fiskidagaskipan í verk, tí so nógvur toskur, var komin inn á Føroya grunnin. Tað er ofta spurt fyrr, men ongantíð komi nakað svar uppá hvar toskurin kom frá í 90inum.

Føroyar vóru ikki komnar, so skjótt úr kreppuni, um kvoturnar ikki vóru avtiknar í 1996.

Tað eru nógv dømir um, at fiskimenn hava ofta fiska tosk, uppi í sjónum við snøri og snellu, garnaskipini fingu eisini tosk í sildagørnum Norðanfyri í 50 og 60inum. Flótitrol bleiv eisini nógv brúkt, til at fiska tosk við í 60 og 70inum.

Norskir granskarar fingu í 2014 tosk, 100 km NW út frá landgrunninum við Svalbard niðri á 500 metrum. Dýpið var 3.000 metrar.

Dýpið sum byrjar 50 km Norðanfyri Føroyar og til har sum Norskir granskarar, fingu tosk, er 2.000 km langt og 100 til 300 km breitt, um toskur er frá yvirflatuni og niður á 500 m, so kann nógvur toskur liva har.

Tí kann man ikki koma uttan um tann og aðrar spurningar.

· Eru ikki enn, so stórir manglar í fiskifrøðin, at vit ikki einans kunnu brúka hettar til at áseta, hvussu nógv vit skulu taka úr fiskastovnunum ?

· Tað er ein stórur trupulleiki, at fiskifrøðin enn ikki hevur svara spurninginum. Hvar kom allur toskurin frá í 1994?

· Kunnu vit fara at áseta kvotur á, og einans brúka ásetingina hvat skal fiskast tá vit vita, at stór hol er í vitanini hjá fiskifrøðini?

Vit eru fleiri sum meta at toskastovnurin er nú fleiri fer størri enn tað sum fiskifrøðingar meta,

Í gýtingartíðini kom, nógvur stórur toskur, inn at gýta, 90% av veiðuni tá, var toskur 1, 2, og 3, men eftir gýtingina, var lítið at fáa av toski 1 og 2. men toskurin kemur ikki hvørt ár inn at gýta.

· Vita tit á Havstovuni, hvar tann 6-10 ári gamli toskurin, og 4- 8 ára gamla hýsan, sum er komin inn á Føroyagrunnin nú, er komin frá ?

· Er tað ikki ein avgjørd fortreyt at vita hvar fiskurin er komin frá, áðrenn tit kunnu gera eina rætta stovnsmeting?

· Hevur Havstovan gjørt nakrar kanningar, hvar tann stóri toskurin ferð ?

· Hvussu ber tað til, at mest av toski er komi undan, tá fiskifrøðingar hava sagt, at gýtingarstovnurin av toski var so lítil, at tað er eitt spursmál um stovnurin yvirhøvur klárar at endurnýggja seg ?

· Eru nakrar kanningar gjørdar, um Føroyskur toskur, er í dýpinum frá Føroyum og Norð um Svalbard ?

· Er møguligt, at seta rætt TAC ella kvotu á, tá toskastovnurin nú, er minst 10 fer størri enn havt tit søgdu, fyri 2 árum síðani ?

· Hví kemur toskurin, ikki inn á Føroyagrunnin, at gýta hvørt ár ?

· Kann Havstovan ella ICES, vísa á nøkur onnur økir, enn Barentshavið, har tað er meira toskur fiskaður, eftir at kvotur komu á. ?

· Hví hava tit ikki, spurt fiskimenn, um toskur er upp í sjónum ?

· Hví hava tit, ikki biði fiskimenn um, at siga tykkum frá, tá teir hava fingið tosk, við steinum í maganum ?

· Hví nevna tit ongantíð um, hvussu nógvar av bestu fiskileiðunum eru stongdar og hvussu nógv veiðitrýsti er minka ?

· Hví vilja tit hava kvotur tá, tað er prógva 1994 - 1996 at tað ikki riggar?

Vestmanna 19-10-2018

Eyðun Hansen

PS! Fleiri link eru niðanfyri, sum eisini viðgera evnir, sum skrivað er um í hesi greinini.

http://kvf.fo/netvarp/uv/2018/10/17/lgligur-fiskiskapur-skal-stegast

http://www.ices.dk/sites/pub/Publication%20Reports/Cooperative%20Research%20Report%20(CRR)/crr209/CRR209.pdf

https://rules.dnvgl.com/docs/pdf/DNV/rulesship/2010-01/ts624.pdf

http://www.scanmar.no/en/hydrofoner/

http://www.in.fo/news-detail/sjofuglur-mennist-vid-nogvari-ferd/

http://kvf.fo/netvarp/uv/2017/04/03/skil-fiskin-lvfrilig-burardygd-29

http://kvf.fo/netvarp/uv/2018/04/05/samdir-um-hvussu-ngv-er-til-av-toski

https://fiskeribladet.no/nyheter/?artikkel=61125

https://youtu.be/v-nBpIyjidc

https://www.kystmagasinet.no/nyheter/fant-torsk-der-havet-er-flere-tusen-meter-djupt/

http://kvf.fo/netvarp/uv/2016/09/21/fiskifringur-stan-er-httislig

http://kvf.fo/netvarp/sv/2016/09/20/20160920fiskidagaskipaninsveik

https://www.facebook.com/photo.php?fbid=1850684925018378&set=gm.1986601604764722&type=3&eid=ARBElur2d6_uVxj8kTmjpFcZ_4BmCVAvFM7gC1NDuvoHiiMHwSntdcQhlgMVigoTiG1ZZhzsWo93Q2WM&ifg=1

https://www.facebook.com/photo.php?fbid=1850684405018430&set=gm.1986601061431443&type=3&eid=ARCwcgbVGy2J7-A7r1jRZSAUs_gFquMKrLHmCe7Dtldg-JwHAs3xwglkQcwH6tuW-banLll4imp-gTJE&ifg=1

https://scontent.ffae1-1.fna.fbcdn.net/v/t1.0-9/43747885_1850684178351786_3045099192587386880_n.jpg?_nc_cat=109&oh=b4aae69800a347509f2eb36f9ac540c1&oe=5C5F47A8