Spreingiknøttur funnin í haganum í Vágum

18-06-2019 - 12:21 - Jóanis Nielsen

 Í gjár gekk ein maður seg framá ein spreingiknøtt, sum hevur ligið í haganum síðan seinna heimsbardaga. Maðurin boðaði løgregluni frá, hvat hann hevði sæð.

 Løgreglan hevur verið á staðnum, sagt verður, at talan er um ein spreingiknøtt frá seinna heimsbardaga, sum ein av fyrstu døgum verður burturbeindur.