Á myndini síggjast: Sigert Paturson, stjóri – Niels Th. Pedersen, nevndarformaður – Pól Sundskarð – Símun Gullaksen, nevndarlimur – Dánial Christoffersen, nevndarlimur og John Mortensen, samskipari.

Sp/f Jarðir hevur keypt økisnøvnini hiking.fo og heimabeiti.fo

mentan17-01-2020 - 20:08 - Jóanis Nielsen

 Í dag er avtala gjørd millum Sp/f Jarðir og Sp/f Hiking um, at sp/f Jarðir keypir økisnøvnini hiking.fo og heimabeiti.fo frá Pól Sundskarð.

Pól Sundskarð kemur at halda áfram við at reka sítt virksemið sum ferðaleiðari. Við hesum nýggja pallinum kemur Sp/f Jarðir at samskipa og framhaldandi at menna ferðavinnutilboð kring landi. Í hesum sambandi hevur Sp/f Jarðir sett John Mortensen úr Klaksvík í starv sum samskipara av virkseminum hjá sp/f Jarðir.