Spennandi og sjálvstøðugt starv sum djóralækni ella fiskaheilsulívfrøðingur

Lýsing15-10-2019 - 16:03 - Jóanis Albert Nielsen

Um starvið

Starvið, sum djóralækni/fiskaheilsulívfrøðingur, er eitt avbjóðandi starv. Tú kemur at verða partur av okkara góðsku- og menningar toymi, sum arbeiðir fyri at tryggja fiskavælferð, umhvørvi, matvørutrygd og góðsku. Í toyminum starvast tveir lívfrøðingar, tveir matvørukandidatar, ein farmaceutur og ein djóralækni. Vit hava okkara ábyrgdarøkir, men vit arbeiða eisini við tvørgangandi uppgávum frá smolti til lidnu vøruna. Tú kemur at hava stóra ábyrgd og at arbeiða sjálvstøðugt.

Starvið er mennandi og spennandi og verður í stóran mun skipað í samstarvi við djóralæknan á Fútakletti.

Talan er um eitt nýtt fulltíðarstarv. Høvuðsstarvsstaðið verður á Fútakletti, men tú kemur eisini at vera úti á aliøkjunum ein part av arbeiðstíðini.

Arbeiðsuppgávurnar

·menna og luttaka í yvirvøkuni av fiskavælferðini, bæði á Fútakletti og á alibrúkunum

·íverkseta mannagongdir og gera skjalfestingar, sum tryggja fiskavælferðina

·aðrar uppgávur ið fella inn undir arbeiðsøkið

Førleikakrøv

·útbúgvin djóralækni ella fiskaheilsulívfrøðingur

·starvsroyndir innan aling er ein fyrimunur, men ikki ein treyt

·miðvíst, sjálvstøðugt og nærlagt arbeiðslag, og góð samstarvsevnir

·hevur áræði og framfýsni at náa settum málum og tolir stórt arbeiðstrýst til tíðir

·ert væl skipað/ur og megnar at arbeiða sjálvstøðugt og í toymum

Afturat hesum mást tú vera fleksibul og tá tørvur er fyri tí vera til reiðar til at avgreiða uppgávurnar uttanfyri vanliga arbeiðstíð og í vikuskiftum.

Løn og setanarviðurskifti

Løn og setanarviðurskifti verða sambært avtalu við arbeiðsgevara

Umsókn

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Marjun Wilhelm, góðskuleiðara, á tlf. +298 288988 og marjun.wilhelm@hiddenfjord.com.

Umsóknarfreistin er týsdagin 5. November 2019. Umsókn við CV, prógvum, viðmælum og øðrum viðkomandi skjølum skal sendast til starv@hiddenfjord.com.