Spennandi niðara hálva

ítróttur21-03-2019 - 16:21 - Jóanis Nielsen

HSF.fo: Hol varð í gjárkvøldið sett á niðaru kappingina hjá monnum, og líkt er til, at tað kunnu gerast nakrir spennandi dystir millum KÍF, Team Klaksvík og StÍF.

Liðini skulu spæla tveir dystir móti hvørjum øðrum eftir nýggja royndarleistinum. Tann, sum hevur flest stig eftir umførini, stendur eftir sum vinnari av kappingini, og vinnur sær harvið eina peningaupphædd á 10.000 krónur.

Fyrsti finaludysturin var millum KÍF og Team Klaksvík, og heldur óvæntað vunnu klaksvíkingar 27-24. Annar finaludysturin verður sunnudagin, tá StÍF fær vitjan av Team Klaksvík.

Dystarskráin
Mikudagin 20. mars
Kl. 20.00 KÍF – Team Klaksvík 24-27

Sunnudagin 24. mars
Kl. 16.00 StÍF – Team Klaksvík

Hósdagin 28. marsKl. 20.00 StÍF – KÍF

Sunnudagin 31. mars
Kl. 19.00 Team Klaksvík – KÍF

Leygardagin 6. aprílKl. 18.00 Team Klaksvík – StÍF

Leygardagin 20. aprílKl. 18.00 KÍF – StÍF