Spennandi grannauppgerð í Havn í kvøld

ítróttur05-08-2019 - 15:48 - Jóanis Nielsen

Í kvøld kl. 18 bresta bestu liðini hjá B36 og HB saman í Gundadali. Dysturin er sera avgerandi tí bæði liðini eru við í oddinum í Betri-deildini.

Støðan í oddinum:

1. NSÍ (35 stig)15 dystir

2. Víkingur (35 stig)17 dystir

3. B36 (34 stig) 15 dystir

4. HB (33 stig)16 dystir

5. KÍ (32 stig)14 dystir