Spennandi føroyskt handverk í Müllers Pakkhúsi um ólavsøkuna

28-07-2020 - 16:36 - Jóanis Nielsen

Portal.fo: Fjølbroytt søluframsýning við ymiskum handverki og listhandverki verður um ólavsøkuna. Byrjað verður seinnapartin.

Ein áhugabólkur letur yvirhæddina í Müllers Pakkhúsi upp ólavsøkuaftan, ólavsøkudag, 30. og 31. juli frá kl 15 til 19 allar dagarnar.

Hetta verður ein sera fjølbroytt søluframsýning við ymiskum handverki og listhandverki. Ymisk fólk, sum hvør í sínum lagi skapa og fáa burturúr.

Fyriskipararnir siga, at tað er ókeypis atgongd, men ætlar ein at keypa okkurt, er best at hava tøkan pening við.

Luttakarar verða:

Andras Joensen – træ

Barbara Brattaberg – bundnar og seymaðar vørur

Eydis Holm – heklað smáting og kort

Herbjørg Dalsgaard – ullarvirking

Ingibjørg Berg Andreassen – smykkur og horn

Johild Kamban – hosubond, patchwork

Jóngerð Purkhús – teppir, patchwork

Jórunn Dánialsdóttir – bundnar vørur

Judith Petersen v/døtrunum – troyggjur o.a. bundið

Maria Marsten – veving, binding, pyntan av fø. dukkum o.m.a.

Mary Tindskarð – Mary No1/Natúrsápa

Sarita Thomassen – taskur, mappur, leður

Sólva Gunnarsson Olsen og Oddvør á Lakjuni – ymiskt kreativt, bundið og seymað

Sunfríð Isaksen –binding

Suzanne Hultgren – taskur, pungar o.a.

Tóra Egilsdóttir – Mýrifípan

Unn í Bø – bundnar vørur, pannubond og smykkur

Vivian í Soylu – bundið