Mynd: TV2.dk

Spania vann EM í kvøld

ítróttur28-01-2018 - 21:15 - Jóanis Nielsen

Spania vann EM í kvøld við at vinna 29-23 á Svøríki, EM-gullið í kvøld er samstundis fyrsta EM-gullið, ið Spania hevur vunnið í hondbólti.

Svenskarar byrjaðu væl og spældu flúgvandi fyrru helvt av fyrra hálvleiki, men so kom stígur í hjá teimum, hálvleiksstøðan gjørdist 14-12 til Spaniu.

Spania var flúgvandi í seinna hálvleiki, alt eydnaðist til fulnar og sigast kann, at sigurin var fult uppiborðin hjá teimum.