Spældu landsdyst móti Íslandi í gjár

ítróttur03-02-2018 - 10:25 - Jóanis Albert Nielsen

Í gjár spældu unglingalandsliðini í U13, U15, U17 og U19 landsdyst í móti Íslandi.

Landsdysturin varð skipaður sum liðkapping, har hvør dystur var samansettur av tveimum einmansleikum, tveimum tvímansleikum og einum blandaðum tvímansleiki.

Áskoðararnir fingu spenning fyri allar pengarnar.

Dystirnir vóru sera tættir og kundu koppað báðar vegir.

U13 og U15 taptu akkurát landsdystin 3-2. Allir dystirnir vóru tættir, og síðsta settið í blandaðum tvímansleiki í U15 endaði 21-19 til Ísland.

U17 og U19 vunnu 3-2 á Íslandi. Eisini her vóru fleiri dystir tættir og spennandi.

"Hesi úrslit vísa, at føroyskt badminton hevur nógvar góðar ungar leikarar, sum eru á veg fram. Og fleiri, sum heilt skjótt fara at gera um seg millum tey vaksnu", tað sigur formaðurin í Badmintonsambandi Føroya, Erik Engelbrecht Thomsen.

Í dag, leygardagin, byrjar kappingin Reykjavík International Games. So spennandi verður at fylgja við, hvussu fer at hilnast.

Hesi mannaðu unglingalandsliðini:

U13

Bjarti Samson Vang, HBF

Asbjørn Heide Olsen, HBF

Aron á Reynatrøð, ÍF

Oddbjørg í Buð Justinussen, KBF

Rakul Sørensen, ÍF

U15

Tórur Paulason, HBF

Magnus í Niðristovu Olsen, HBF

Rúni Hammer, HBF

Miriam í Grótinum, HBF

Bjarnhild í Buð Justinussen, KBF

U17

Jónas Djurhuus, HBF

Ari Nandi, HBF

Rúni Øster, HBF

Adhya Nandi, HBF

Sissal Thomsen, HBF

U19

Bartal Poulsen, Højbjerg

Árant á Mýrini, MBF

Gunnva Jacobsen, HBF

Jóhanna Osberg Højsted, KBF