Sólarmyrkingin sást eisini - lutvíst - úr Føroyum. Mánin hómast niðjast á myndini framman fyri sólini (Mynd: Heini Virgarsson)

Sóu sólarmyrkingina úr Føroyum

22-08-2017 - 16:01 - Jóanis Nielsen

Sólarmyrkingin, sum var í Norðuramerika í gjárkvøldið, okkara tíð, sást eisini í Føroyum.

Tað kundi Heini Virgarsson í Vági staðfesta við egnum eygum gjøgnum stjørnukikara sín.

Heini eigur myndina omanfyri, sum er tikin úr Vági, gjøgnum teleskop, klokkan 19.45 í gjárkvøldið.

Les meira á portal.fo