Sonja: - Hvar er solidariteturin hjá løgmanni?

Politikkur27-04-2018 - 11:04 - Jóanis Albert Nielsen

Dýra biðidag fer løgmaður at seta ráðstevnu hjá Provita um fosturtøku. Ein av luttakarunum á ráðstevnuni er Ludvig Nessa úr Noreg. Ludvig Nessa umboðar ógvuliga víðgongd sjónarmið, sum vit sum samfelag og løgmaður, sum umboð fólksins, eigur at taka frástøðu frá.

Nessa: Yvirgangsatsókn er revsing Guðs
Ludvig Nessa vil m.a. verða við, at yvirgangsatsóknin hjá Breivik var Guðs revsing fyri fosturtøkulógina í Noreg. Nessa er endurgivin fyri at siga at: ”Vold avler vold. Norske myndigheter tar livet av like mange barn gjennom aborter hver dag som Breivik tok livet av på Utøya. Når de dreper barn i tusentall hvert år, så er det en galskap som må straffe seg på en eller annen måte…”

Nessa: feminisma drepur
Nessa vil eisini verða við, at feminisman hevur tikið lívið av fleiri enn nasisman og kommunisman tilsamans.

Nessa: Samkyndleiki bannast við lóg
Eisini hevur Nessa í fjølmiðlunum róst forsetanum í Uganda fyri lógina, sum bannar samkyndleika, og har samkynd fáa fongsulsrevsing fyri lívstíð.
Nessa vil verða við, at lógin í Uganda er eitt gott dømi um, hvussu langt av leið Noreg og onnur lond í vesturheiminum eru farin, tá tað kemur til, hvat er rætt og rangt.

Skattgjaldarin fíggjar virksemi
Sjónarmiðini hjá Nessa eru so mikið víðgongd, at frástøða má takast frá teimum! Í Noreg hava myndugleikar reagerað, og hava m.a. tikið rættin frá Nessa at virka sum prestur í norsku fólkakirkjuni. Í Føroyum hevur felagsskapur, sum er fíggjaður av skattgjaldarans peningi, ráðstevnu, har Nessa er ein av høvuðstalarunum, og løgmaður setir ráðstevnuna.

Eg hevði væntað, at løgmaður, um ikki annað, so av solidariteti yvirfyri bróðurflokkinum í Noreg, tekur frástøðu frá slíkum ráðstevnum.

Sonja Jógvansdóttir

Tað eru ikki øll gildi, tú skalt fara til, og løgmaður átti heldur at arbeitt fyri, at Provita varð tikin av fíggjarlógini 2019, nú tey nýta peningin til at fíggja ógvuliga víðgongd sjónarmið full av hatri og spjaðing.