Sólvá Káradóttir Eliasen verjir ph.d.-ritgerð um gróður á føroyska landgrunninum

mentan21-08-2017 - 11:32 - Jóanis Nielsen

Setur.fo skrivar:

Hósdagin 24. august fer Sólvá Káradóttir Eliasen at verja ph.d.-ritgerð sina á Vinnuháskúlanum.

Sólvá Káradóttir Eliasen hevur seinastu gott trý árini arbeitt á Havstovuni við hesi verkætlan um gróðurin á Landgrunninum og lat í apríl mánaði ph.d. ritgerð sína inn. Hendan ber heitið: "Primary production on the Faroe Shelf – Spatial and temporal variations with links to hydrography".

Sólvá hevur lisið M.Sc. í jarðalisfrøði á Københavns Universitet og B.Sc. í støddfrøði á University of London. Sólvá arbeiddi í nøkur ár á Havstovuni beint eftir aldarskiftið, men flutti til Miðeystur í 2006. Tá hon kom heimaftur í 2013 fór hon undir ph.d.-verkætlanina.

Føroyski landgrunnurin hevur stóran týdning í føroysku fiskivinnuni, og tí er ynskiligt at skilja samansettu vistskipanina á landgrunninum betur. Grundarlagið undir allari føðiketuni í sjónum er gróðurin, og í verkætlanini hevur verið hugt at, hvussu havfrøðilig viðurskifti ávirka gróðurin. Mátingar, sum Havstovan hevur gjørt seinastu 20 árini, hava verið gjøgnumgingnar, umframt at eitt háupploysiligt modell av føroyska Landgrunninum, altjóða veðurlagsmodell og mátingar frá fylgisveinum eisini hava verið gagnnýtt. Verkætlanin gevur eina betri heildarfatan av gróðrinum á Landgrunninum , t.d. hvussu gróðurin broytist gjøgnum árstíðirnar í ymsum økjum og hvussu broytingar í havi og atmosferu ávirka gróðurin. Harafturat er nýggja vitanin eisini áhugaverd í samband við, hvar ymisk fiskasløg halda til.

Tað er danska stjórnin, sum hevur veitt fígging til ph.d-verkætlanina, og Karin Margretha Húsgarð Larsen, Bogi Hansen, Hjálmar Hátún (frá Havstovuni) og Till Andreas Soya Rasmussen (frá DMI) hava verið vegleiðarar. Í Ph.d. dómsnevndini sita Bárður A. Niclasen, Náttúruvísindadeildin á Fróðskaparsetri Føroya, Corinna Schrum, Geofysisk Institutt á Bergen Universitet, og Rubao Ji, Woods Hole Oceanographic Institution, USA.

Verjan, sum er almenn, verður sum nevnt á Vinnuháskúlanum hósdagin 24. august og byrjar stundisliga kl. 13.

Ph.d.-ritgerðin liggur alment frammi á Landsbókasavninum.