Soleiðis verður leikt í hálvfinalunum

ítróttur05-02-2018 - 22:00 - Jóanis Albert Nielsen

Um vikuskiftið gjørdist greitt, hvørji lið hava vunnið sær pláss í hálvfinaluumfarinum í Faxe Kondi kappingini og hvørji lið skulu dystast um at koma í sjálva finaluna.Hjá kvinnunum eru hálvfinalurnar millum VÍF og VB og Kyndil og H71. Hjá monnunum hittast VÍF og Kyndil og H71 og Neistin

Vanlig mannagongd er, at liðini, sum enda nummar 1 í bólkinum fáa heimadyst í seinna dystinum, og soleiðis er eisini gjørt í ár.

Soleiðis sær skráin út fyri fyrru hálvfinalurnar.

Mikudagur 18:30 Kvinnur H71 Kyndil Hoyvíkshøllin
Mikudagur 20:00 Menn H71 Neistin Hoyvíkshøllin
Mikudagur 20:00 Kvinnur VB VÍF Høllin í Vági
Hósdagur 20:00 Menn Kyndil VÍF Høllin á Hálsi

Soleiðis sær skáin út fyri seinnu hálvfinalurnar
Leygardagin 18:00 Kvinnur Kyndil H71 Høllin á Hálsi
Sunnudagin 14:30 Kvinnur VÍF VB Høllin í Vestmanna
Sunnudagin 16:00 Menn VÍF Kyndil Høllin í Vestmanna
Sunnudagin 16:00 Menn Neistin H71 Høllin á Hálsi