Soleiðis sá út á Vestanstevnu í Sandavági seinast

Mentan10-07-2018 - 09:47 - Jóanis Albert Nielsen
Fyri trimum árum síðani tá ið Vestanstevnan var í Sandavági var bygdin býtt upp í sjey økir.

Økini og litirnir eru hesi:

1.      Ovaru Sarpar – Gult

2.      Niðaru Sarpar – Pink

3.      Frá Fossánni til Eingjartoftir (Milliónbrekkuna) – Reytt

4.      Frá Eingjartoftum (Milliónbrekkuni) til Úti á Bakka – Grønt

5.      Onundarvegur, í Heygagerði, undir Fobbakletti og Traðarvegur – Lilla

6.   Á Giljanesi, Nesavegur, Inni á Leiti, Giljavegur, Dalsbøur, Áarlið, á Giljatrøðni og Hammershaimbsvegur (heim til brúnna) – Blátt/turkis

7.      Miðhjallar og Ovastuhjallar – Appelsingult

Økini pyntaðu síðani við litinum tey høvdu fingið, og soleiðis er aftur í ár. Økini hava longu pynta eitt sindur, og verður væntandi meira teir næstu dagarnar.

Trýst her fyri at síggja hvussu tað sá út í Sandavági fyri trimum árum síðani.
[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=lK9tu0OcvpU]